Keypstreytir

Prísir

Allir prísir eru í føroyskum krónum (DKK), við 25% mvg íroknað, uttan so at annað er nevnt. Vit taka fyrivarni fyri prísbroytingum, prentvillum, og útseldum vørum. Galdandi prísir eru bert í Føroyum.

Bílegging

  • Fyll út øll týðandi upplýsingarfelt við navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefonnummar. Bíleggingarváttan verður send til upplýstu teldupostadressuna.
  • Eftir móttøku av bílegging, er avgreiðslutíðin í Eysturoynni vanliga 1 yrkadagur, ella sama dag um bíleggingin er framd áðrenn kl. 10.00. Aðrastaðni í Føroyum er avgreiðslutíðin 1-3 yrkadagar. Fyrivarni verður tyki fyri heiligdøgum og ørðum fríðdøgum.
  • Vørur verða sendar út í Eysturoynni frá mánadegi til fríggjadag við flutningsfyritøkum ella vit levera sjálvið, og til aðrar oyggjar frá týsdegi til fríggjadag.
  • Serstakar treytir eru galdandi fyri vørur til jarðarferðir; ring á tel. 443838.
  • Um vøran ikki er á goymslu, verður tú kunnað/ur gjøgnum telefon ella teldupost.

Gjaldsháttur

  • Á nethandlinum taka vit bert ímóti gjaldskortum. Inntasta kortnummar, útgongudag og eftirlitstal við bílegging. Hetta gevur Várperlu loyvi at taka upphæddina av tíni kontu, sum tó ikki verður drigin fyrr enn vøran er send.
  • Viðgjørdar korttypur eru Dankort, Visa, Visa-Dankort, MasterCard, og Visa Electron.

Gjaldskortupplýsingar

Øll keyp á varperla.fo eru tryggjað gjøgnum QuickPay, ein trygg online gjaldsloysn. Gjaldingar eru tryggjaðar og krypteraðar. Tú verður víðaristillaður til gjaldsrút har keypið skal váttast. Hetta fevnir um SMS váttan, har tú skalt skriva inn tølini frá SMS boðunum til at fullføra bíleggingina.

Veitingarhættir

Vel veitingarhátt áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðslu:

  • Útkoyring
  • Avheintan

Váttan fyri móttøku

Eftir gjørda bílegging, fært tú sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.